Jóan Símun við marru-avlevering: Útskiftur í hálvleikunum

Føroyski landsliðsspælarin átti óhepnan høvðusleiklut móti Hamburg í kvøld

Tað er toppdystur í 2. Bundesliguni í kvøld, har Arminia Bielefeld tekur móti stórfelagnum, Hamburg SV. Bæði liðini stríðast um at koma upp í Bundesliguna.

Jóan Símun Edmundsson byrjaði inni í kvøld og spældi væl til 14 minuttir vóru farnir. Tá var hann óansin og spældi áleyparan hjá HSV, Lukas Hinterseer, púra leysan móti málinum. Lukas Hinterseer takkaði fyri og skoraði til 1-0 fyri gestirnar, meðan Jóan Símun setti seg á vøllin og helt fyri høvdið.

Eftir fylgjandi hevði toftamaðurin og liðfelagirnir tað torført í spælinum. Í hálvleikinum valdi venjarin, Uwe Neuhaus, at skifta føroyska landsliðsspælaran út. Jóan Símun hevur annars spælt allar dystirnar frá byrjan og hevur fingið álit. So vónandi verður hann ikki dømdur ov hart fyri avrikið í fyrra hálvleiki í kvøld.

Í seinna hálvleiki javnaði Fabian Klos til 1-1, sum eisini bleiv úrslitið.