Tað var talan um føroyingauppgerð í Superliguni, tá ið AaB og OB í kvøld hittust í Aalborg. Gilli Rólantsson byrjaði enn einaferð á vinstra bakki hjá AaB, meðan Jóan Símun Edmundsson í kvøld fekk møguleikan á høgra vongi hjá OB.
Málini rapaðu inn fyrstu løtuna. Eftir stórt mistak í OB-verjuni kundi Christian Bassogog leggja AaB á odda 1-0 longu í 3. minutti, men bara tveir minuttir seinni javnaði Jóan Símun Edmundsson við einum sannførandi stútara.
Síðan gingu bara góðir fimm minuttir afturat, áðrenn OB-verjan aftur svav og lorkaði eitt mál ígjøgnum. Tað var Rasmus Wurtz, ið setti bóltin í málið til 2-1 til AaB, sum eisini var hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki hevði OB greiða yvirvág í spælbýtinum. Málmøguleikar skaptu teir ikki nógvar, men lítið korter áðrenn leiklok trein Jóan Símun aftur fram. Við eyðkenda vinstra fóti sínum langaði hann bóltin í netið eftir eitt innlegg, og so var 2-2.
Seinastu løtuna brendi á frammanfyri OB-málinum - eitt nú rakti AaB á stongina í yvirtíðini - men støðan helt sær, og við 2-2-javnleikinum í kvøld gjørdist Jóan Símun Edmundsson stóra hetjan hjá OB, meðan vit føroyingar kunnu gleðast um at bæði Gilli og Jóan Símun fingu fulla spælitíð.











