Jóan Símun við 11-talinum á rygginum

Viking hevur sett stórt álit á føroyska framherjan og givið honum troyggjuna við 11-talinum. Jóan Símun Edmundsson hevur staðið seg væl fyrstu tíðina í norska felagnum og valið av tali kann tykjast týdningarleyst, men tað liggur ein ávísur boðskapur í tí.

 

20-ára gamli toftamaðurin hevur verið við Viking á venjingarlegu í La Manga og tað hevur sambært millum annað heimasíðuni hjá felagnum gingið væl hjá føroyska landsliðsleikaranum. Jóan Símun hevur eisini givið avboð til venjingarleguna hjá føroyska landsliðnum í La Manga fyri at fokusera seg fult og heilt um nýggja felagið.

 

Hóast tølini á rygginum ikki hava eins stóran týdning og tey hava havt fyrr, so tað ein ávísur boðskapur í at geva toftamanninum troyggjuna við 11-talinum. Tað ber boð um at felagið ætlar at Jóan Símun skal verða ein stórur partur framtíðin hjá felagnum.

 

Venjingarlegan í La Manga er nú liðugt og Åge Hareide og hansara menn fara nú aftur til Noreg har venjingardystur er á skránni komandi viku.