Føroyski landsliðsleikarin, Jóan Símun Edmundsson, spældi undir royndarvenjing síni í norska Viking Stavanger um vikuskiftið allan dystin, tá ið felagið vann 2-1 í venjingardysti ímóti Bryne.
Jóan Símun spældi í fremstu ketu við enn tveimum fyrr- og núverandi landsliðsleikarum. Nevniliga norska Trond Olsen, sum júst er komin til felagið úr Rosenborg, eins og estiski Henri Anier, sum skeyt bæði málini í dystinum.
Jóan Símun legði upp til 1-0-málið og fær annars rós fyri at vera góður á bóltinum, hava góðar langar avleveringar og hava latið eina góð kenslu eftir seg. Sjálvur er Jóan Símun eisini væl nøgdur.
- Tað er altíð gott við einum sigri, eisini hóast tað bara er ein venjingardystur. Eg eri sera væl nøgdur við mítt avrik, hóast tað altíð er okkurt, ið ein kann seta fingurin. Eg fekk boð um at spæla hangandi áleypari og at finna tómrúm at spæla bóltin inn í, og ta uppgávuna haldi eg, at eg loysti væl, sigur Jóan Símun við heimasíðu felagsins, og vónar, at hann nú fær ein sáttmála við felagið.
- Eg havi fingið eina góða kenslu av felagnum. Teir spæla fótbólt, sum passar mær væl. Nú fari eg heim aftur til Newcastle, og so fáa vit at síggja, hvat tað verður til. Eg havi í øllum førum havt eina góða viku her, sigur Jóan Símun at enda.