Framtíðin hjá Jóan Símuni Edmundssyni í OB er ógreið eftir at partarnir ikki eru vorðnir samdir um ein nýggjan sáttmála. Verandi sáttmáli gongur út í summar, og OB hevur valt ikki at taka Jóan Símun við á venjingarlegu í Spania.
Les eisini: Jóan Símun og OB skiljast
Jóan Símun Edmundsson og OB eru tískil á veg hvør til sítt, og føroyski landsliðsleikarin er farin at hyggja sær eftir einum nýggjum felagi. Í síðstu viku segði hann við Fyn Sport, at hann enn ikki hevði nakað ítøkiligt tilboð á borðinum.
Nú vísir tað seg, at ein kappingarneyti hjá OB í Superliguni kann vera áhugaðyr í Jóan Símuni. Í eini grein um flytingargluggan skrivar stóra veddingarfyritøkan, NordicBet, at Brøndby er áhugað í føroyinginum.
Les eisini: Jóan Símun skilir ikki avgerðina
NordicBet sigur seg vita hetta frá einari álítandi keldu, men leggur somuleiðis dent á, at tíðindini ikki eru váttað frá tveimum ymiskum keldum. Brøndby er í løtuni nummar tvey í Superliguni, einans eitt stig aftanfyri FC Midtjylland.
Ítróttarstjórin í OB, Jesper Hansen, sigur við Tipsblaðið, at teir saman við Jóan Símuni og umboðsmanninum royna at finna eina loysn. Hann sigur, at hetta helst verður uttanfyri Danmark, og at Brøndby ikki er komið við nøkrum fyrispurningi.