Jóan Símun útleigaður til Danmarkar

Føroyski landsliðsframherjin er nú útleigaður til danskan fótbólt fyri restina av 2012. Talan er um oddaliðið í donsku 1.deild, Fredericia.

 

Jóan Símun hevur í eina tíð havt eitt ynski um at blíva útleigaður, og í dag kom so ein leiguavtala upp á pláss við Fredericia.

 

- Hetta er ein kinderegg avtala. Ein trý í einum. Hon er góð fyri okkum, Fredericia og Jóan Símun, sigur Kjell Jonevret, venjari hjá Viking við heimasíðuna hjá felagnum.

 

Fredericia liggur fremst í næstbestu deildini í Danmark. Avtalan er galdandi fyri restina av 2012. Jóan Símun hevur sáttmála við Viking til 2013.

 

Mynd: Viking-fk.no