Jóan Símun til Týsklands

Føroyski landsliðsleikarin er einans smálutir frá at skifta til felag í 2. Bundesliga.

Tað hevur í eina tíð verið greitt, at føroyski landsliðsleikarin, Jóan Símun Edmundsson, ikki heldur fram í danska felagnum, OB, har sáttmálin gongur út í summar.


Nú tykist fyri vist, at Jóan Símun Edmundsson skiftir til Týsklands at spæla fótbólt. Felagið, ið hann skiftir til, er Arminia Bielefeld í næstbestu deildini. Tað skrivar Fyens Stiftstidende í dag.


Sambært blaðnum, so eru einans smálutir eftir at avgreiða áðrenn Jóan Símun skiftir til Arminia Bielefeld, sum í løtuni er nummar fimm í 2. Bundesliga.