Jóan Símun Edmundsson sleppur nú at royna seg í einum av veruligu stórfeløgunum í Onglandi, Newcastle.
Felagið í Norðuronglandi flutti í fjør niður úr Premier League, men er greitt oddalið í Championship og fáur ivast í, at Newcastle aftur verður at finna í bestu ensku deildini næsta kappingarár.
Sáttmálin er fingin í lag, eftir at Colin Calderwood sá føroyska U-21 landsliðið vinna á Russlandi. Hetta førdi til eina royndarvenjing í Newcastle seint í fjør, og nú er so avtala gjørd, sum røkkur fram til summarsteðgin.
Tað er ógvuliga positivt, at felagið hjá Jóan Símun Edmundsson, B68, hevur víst slíkan vælvilja at lata leikaran sleppa at royna hetta ævintýrið, sigur Jákup í Stórustovu, leikaraumboðsmaður, ið hevur fingið sáttmálan í lag.
Av tí at Jóan Símun Edmundsson er so ungur, eru møguleikarnir í Newcastle nógvir.
Hann kann spæla og venja við unglingaliðnum, men teir hava eisini eitt sonevnt talentlið og eitt eykalið, sum Jóhan Símun kann venja og leika við. Og so er sjálvandi eisini fyrsta liðið, sigur Jákup í Stórustovu.
Leikaraumboðsmaðurin heldur, at sáttmálin, sum Jóan Símun Edmundsson hevur fingið við Newcastle, er so mikið meira verdur tá hugsað verður um, at leikaramarknaðurin í januar ? orsakað av fíggjarkreppuni ? bert hevur áleið 20% av tí, hann vanliga er.
Skoytast kann upp í, at danski landsliðsleikarin, Peter Løvenkrants, er partur av leikarahópinum hjá Newcastle.









