Jóan Símun: Stórt at spæla á St. James? Park

Newcastle kom væl frá byrjan í dystinum. Jóan Símun var við í uppspælinum til 1-0 málið, sum Ryan Donaldson skoraði við langskoti. Chelsea svaraði aftur tvær ferðir fyri hálvleik.

 

- Vit byrjaðu væl, men so tekur Chelsea yvir, men seinastu tjúgu minuttirnar av fyrra hálvleiki eru vit omaná á aftur, sigur Jóan Símun Edmundsson.

 

Í seinna hálvleiki javnaði Haris Vuckic fyri Newcastle, áðrenn Chelsea í evstu løtu fór við øllum eftir brotsspark. Aftur hesa ferð var Jóan Símun við í uppspælinum í málinum hjá Newcastle.

 

- Vit vóru betri allan seinna hálvleik og høvdu uppiborið at vunnið. Tí er tað eyka súrt at vit standa eftir við ongum, sigur ein vónbrotin Jóan Símun úr telefonini í Newcastle.

 

Dysturin var leiktur á St. James? Park, sum er heimavøllurin hjá besta liðnum hjá Newcastle.

 

- Tað er stórt at spæla á St. James? Park, bæð so og so. Leikvøllurin er sera flottur og tað er eitt upplivilsi at spæla har. Eisini sjálvur vøllurin er stórur, so tað bleiv runnið nógv í dag. Ein tann størsti vøllurin eg havi spæla á, sigur Jóan Símun at enda.