TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á FM1, tá hann prátaði við 1-0 málskjúttan hjá Føroyum í 3-1 Nations League sigrinum ímóti Malta á heimavølli, Jóan Símun Edmundsson.
Jóan Símun Edmundsson kennir seg at hava gott sjálvsálit fyri tíðina, og tað hjálpir væl tá hann skal søkja møguleikarnar at skora mál fyri bæði Arminia Bielefeld og fyri føroyska landsliðið.
Jóan Símun sigur, at tá Hallur Hansson skoraði til 3-1 var hann vísur í, at tað bar ímóti einum sigri.