Jóan Símun: Spæli ikki aftur í OB

Føroyski landsliðsspælarin hevur fingið at vita, at hann ikki spælir aftur fyri OB

Tað hevur í eina tíð verið greitt, at Jóan Símun Edmundsson og OB skiljast í summar, tá sáttmálin gongur út. Nú er eisini greitt, at vit koma ikki at síggja toftamannin í OB troyggjuni restina av tíðini.

 

Les eisini: Jóan Símun og OB skiljast

 

- Eg havi fingið at vita frá OB, at eg ikki sleppi at spæla fleiri dystir fyri besta liðið. Venjarin hevur sagt, at eg ikki verið við í hópinum til nakran dyst afturat, sigur Jóan Símun Edmundsson.

 

Les eisini: Jóan Símun skilir ikki avgerðina

 

Tað er ikki støðuna hjá føroyska landsliðsspælaranum betri. Hann leitar í løtuni eftir nýggjum avbjóðingum, eftir at eitt møguligt skifti til Turkalands ella FC Midtjylland ikki bleiv til nakað í vetur, tá flytingarvindeygað var opið. Jóan Símun Edmundsson hevur eisini verið settur í samband við hollendskan fótbólt.