18 ára gamli Jóan Símun Edmundsson hevur spælt sín fyrsta dyst á besta liðnum hjá Newcastle.
Toftamaðurin loysti Haris Vuckic av í venjingardystinum móti Norwich í dag. Edmundsson spældi seinastu 20 minuttirnar.
Newcastle, við millum annað Wayne Routlegde, José Enrique, Danny Guthrie, Alan Smith, Xisco, Joey Barton, Kevin Nolan, Shola Ameobi og Peter Løvenkrands á liðnum, tapti 2-1.
Jóan Símun Edmundsson spældi seks dystir og skeyt eitt mál á eykaliðnum hjá Newcastle í farna kappingarári.