Jóan Símun var tað sum tey í Onglandi kalla fyri ?Cup tied? í seinasta umfarinum og kundi tí ikki spæla við. Men í hesum umfarium kundi Jóan Símun hjálpa nýggja liðnum hjá sær, tá teir í dag fingu vitjan av Hampton & Richmond Borough.
Dysturin endaði við einum 6-0 sigri. Jóan Símun skoraði til 5-0 og legði upp til eitt mál.
FA Trophy kappingin er ein steypakapping fyri liðini í fimtu deild og niðureftir. Komandi dysturin hjá Gateshead er týskavøldið tá Barrow kemur á vitjan í landskappingini.