Jóan Símun skaddur og ivasamur til Malta

EM 2020: Jóan Símun Edmundsson er í løtuni ivasamur til dystin í morgin

Føroyska landsliðið hevur í dag havt sína seinastu venjing undan landsdystinum móti Malta í EM 2020 undankappingini. Tað kom illa við, at Jóan Símun Edmundsson mátti fara av vøllinum við skaða í knænum.

 

- Hetta er sama stað, sum eg havi verið skaddur í. Eg vóni sjálvandi at kunna spæla, sigur Jóan Símun Edmundsson í stuttari viðmerking við in.fo.

 

Hann vandi bara við í fyrsta partinum av venjingini, men mátti so fara av vøllinum og fáa viðgerð. Annars gav venjingin ikki nakra ábending um annað, enn tað liðið, sum In.fo hevur gitt fyrr í vikuni. Spurningurin nú er, um Jóan Símun Edmundsson verður klárur. Og um ikki, hvør skal í hansara stað.

 

Vit gita: (4-4-1-1)

Gunnar Nielsen – Gilli Rólantsson, Atli Gregersen, Odmar Færø, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Rógvi Baldvinsson, Brandur Hendriksson, René Shaki Joensen – Hallur Hansson – Jóan Símun Edmundsson