Jóan Símun Edmundsson, sum hevur staðið seg framúr væl í OB higartil í ár, verður møguliga ikki við, tá ið OB sunnudagin fer á vitjan hjá AGF í síðsta dystinum í Superliga-grundspælinum.
Orsøkin er, at hann hevur ein knæskaða at dragast við, sum hann fekk í dystinum ímóti SønderjyskE síðsta sunnudag. Tað skrivar SportFyn í dag.
Jóan Símun greiðir frá, at hann ikki hevur vant fyrr enn í dag, og at hann nú má merkja eftir hvussu hann hevur tað, og um hann fær vant í morgin og ovurmorgin.
OB-venjarin, Kent Nielsen, váttar eisini fyri SportFyn, at tað ikki verður meir enn Jóan Símun verður klárur til hendan dystin, sum byrjar sunnudagin kl.16.00.
Heldur tíðarætlanin hjá Jóan Símuni við skaðanum, so gerst hann klárur til landsdystin hjá Føroyum ímóti Andorra leygardagin í næstu viku.










