Jóan Símun Edmundsson fekk 79 minuttir á vøllinum, tá hann og liðfelagarnir í OB vitjaðu FC Keypmannahavn í Parkini í Keypmannhavn í uppgerð í donsku superliguni.
Jóan Símun Edmundsson fekk gult kort seks minuttir áðrenn hann var tikin av vøllinum. Skaðin hjá OB hendi aftaná Jóan Símun Edmundsson var farin av vølli.
FCK legði seg á odda 1-0 í 87. minutti Ludwig Augustinsson skoraði uppá eitt brotsspark. Løtu seinni staðfesti Andreas Cornelius FCK sigurin við at økja til 2-0.
FCK stóð fyri tí mesta, sum var av vandamiklum málmøguleikum í dystinum, men norski Sten Grytebust í OB-málinum hevði nógvar góðar bjargingar, og hann helt OB inni í dystinum.
OB er nummar 10 við sjey stigum i superliguni. Sunnudagin 18. september tekur OB ímóti FC Midtjyllandi á heimavølli í Odense. FCK er á odda við 18 stigum. Teir eru eitt stig frammanfyri Randers FC, sum ikki gav Brandi Hendrikssyni Olsen nakra spælitíð, tá Randers FC á heimavølli ígjár vann 2-0 á Lyngby.








