Fyens Stiftstidende skrivaði í gjár, at Jóan Símun Edmundsson skiftir til týska Arminia Bielefeld sum spælir í 2. Bundesliguni. Høvðuspersónurin sjálvur vil einki siga um skiftið, men avsannar ikki at arbeitt verður við einum skifti.
Les eisini: Jóan Símun tll Týsklands
- Eg havi onga viðmerking til akkurát hatta skiftið, men eg avsanni ikki at vit arbeiða við onkrum, og vónandi kemur tað upp á pláss í nærmastu framtíð, sigur Jóan Símun Edmundsson.
Tað hevur verið greitt síðani tíðliga í ár, at Jóan Símun Edmundsson ikki leingir sáttmálan við OB, sum síðani útihýsti toftamannin. Sáttmálin hjá føroyska landsliðsspælaranum gongur út í summar. Tí kann hann frítt skifta til Arminia Bielefeld.