Toftamaðurin hevur ikki fingið nakað av spælitíð í Viking Stavanger, og nú er greitt, at hann hevur onga framtíð í felagnum.
- Eg taki ein dag á gangin, sigur Jóan Símun í stuttari viðmerking við portalin.
Tað ljóðar úr Noregi, at felagið hevur roynt at trýst føroyska landsliðsspælaran úr felagnum. Hann venur ikki við og sleppur heldur ikki at spæla dystir.
Jóan Símun Edmundsson var í fjør útleigaður til Fredericia í næst bestu deildini í Danmark. Tað var Åge Hareide, sum keypti Jóan Símun frá Newcastle, men var stutt seinni avloystur av Kjell Jonevret, sum ikki hevur givið toftamanninum nakran møguleika á besta liðnum.
- Hann veit, at hann ikki er ein partur av framtíðarætlanini hjá felagnum, sigur Kjell Jonevret til Roglandsavis.
Tað er ógreitt hvørja ætlan Jóan Símun hevur nú. Ein møgueliki er sjálvandi at koma aftur til Føroyar, men Jóan Símun hevur ongan endaliga avgerð tikið enn. Sáttmálin við Viking gongur út í desembur.