Jóan Símun og OB vunnu týdningarmiklan sigur

Aftaná heimasigur á Silkeborg livir evropeiska vónin enn hjá Jóan Símuni Edmundssyni og liðfeløgunum í OB

Jóan Símun Edmundsson byrjaði inni, tá lið hansara OB vann 3-1 á Silkeborg í tí fyrra av tveimum play off dystum um at sleppa at spæla um sjeynda plássið, sum gevur rætt til at spæla ein play off dyst um at sleppa í Europa League.

 

Jóan Símun Edmundsson var skiftur út tá 66 minuttir vóru farnir av dystinum. Mathias Greve og Anders K. Jacobsen komu inn fyri Jens Jakob Thomasen og Jóan Simun Edmundsson tá støðan var 1-1, og tað hjálpti hjá heimaliðnum. Mathias Greve legði OB á odda 2-1 stutt aftaná hann var komin á vøllin, og løtu seinni staðfesti Rasmus Festersen sigurin fyri OB.

 

3-1 sigurin merkir, at OB hevur eitt gott útgangsstøðið til returdystin, sum verður í Silkeborg komandi týskvøld. Vinnur Silkeborg 2-0, so koma teir víðari til play off dystirnar um sjeynda plássið uppá fleiri mál á útivølli. Vinnur Silkeborg hinvegin 4-2, so kemur OB víðari uppá fleiri mál á útivølli.

 

OB - Silkeborg IF 3-1 (1-1)

18. min. 1-0 Rasmus Jönsson

34. min. 1-1 Nicklas Helenius

68. min. 2-1 Mathias Greve

76. min. 3-1 Rasmus Festersen

 

Í hinum play off dystinum vann Randers FC ígjár 2-0 á AaB í Ålborg, og hevur felagið hjá Brandi H. Olsen sostatt eitt gott útgangsstøðið til returdystin, sum verður í Randers mánakvøldið.