Jóan Símun og OB taptu á heimavølli

OB fekk eina ringa byrjan í superliguni við einum 1-2 heimatapi ímóti FC Nordsjælland

Tað byrjaði illa hjá OB í superliguni hetta kappingarárið. Í fyrsta dystinum í hesum kappingarárinum tapti OB á heimavølli 1-2 ímóti FC Nordssjælland. 

 

Føroyski landsliðsspælarin fekk 78 minuttir á vøllinum, áðrenn hann var tikin av vøllinum. Í hansara stað kom Rasmus Festersen.

 

Tá støðan var 2-1 var Jóan Símun Edmundsson spældur í eina góða støðu, men áðrenn hann náddi at skjóta bóltin kom ein verjuspælari hjá FC Nordsjælland ímillum, og fekk ruddað bóltin burtur.

 

Um eina viku spælir OB á útivølli ímóti uppflytaraliðnum, FC Helsingør.


OB - FC Nordsjælland 1-2 (0-1)

22. 0-1 Ernest Asante

55. 1-1 Anders K. Jacobsen

67. 1-2 Karlo Bartolec