Jóan Símun og Newcastle vunnu stórsigur

18-ára gamli toftamaðurin byrjaði inn á álopskenda miðvøllinum, tá Huddersfield var á vitjan á Whitley Park í kvøld. Tað vóru annars gestirnir úr Huddersfield, ið løgdu seg á odda longu aftaná tveir minuttir. Newcastle og Jóan Símun svaraðu tó skjótt aftur. Fýra minuttir seinni var Jóan Símun við í uppspælinum, tá Haris Vuckic javnaði. Tá ein hálvur tími var farin, legði Paul Dummit Newcastle á odda 2-1. Stutt eftir steðgin hevði Jóan Símun eina góða roynd eftir eina ?solo dribble?, áðrenn Haris Vuckic økti til 3-1. Løtu seinni fór Jóan Símun út við búkilsku.

 

Callum Morris og Phil Airey skoraðu til 4-1 og 5-1, ið eisini gjørdist endaliga úrslitið.

 

Eykaliðið hjá Newcastle hevur tveir dystir eftir hetta kappingarárið. Teir verða báðir í komandi viku. Týsdagin tekur eykaliðið hjá Newcastle ímóti Rotherdam og hósdagin kemur Grimsby á vitjan. Báðir dystirnir eru á heimavølli.

 

NUFC: Jak Alnwick, Darren Lough, Callum Morris, Stephen Folan, Paul Dummett, Brad Inman, Patrick McLaughlin, Shane Ferguson, Joan Edmundsson (Conor Newton 56), Haris Vuckic (Phil Airey 60), Wesley Ngo Baheng (Jonny Godsmark 67)
Subs: Max Johnson, Sammy Ameobi

 

(www.nufc.co.uk) (www.nufc.com)