Jóan Símun og Hallur møtast

Føroysku landsliðsleikararnir skulu í dag spæla dyst móti hvørjum øðrum í bestu donsku deildini

Føroysku landsliðsleikararnir, Jóan Símun Edmundsson og Hallur Hansson, teljast báðir millum størstu profilarnar á sínum liðum í donsku Superliguni, har teir spæla fyri ávikavist OB og AC Horsens.

 

Og í dag møtast júst hesi bæði liðini í donsku Superliguni.

 

Eftir eina heldur keðiliga gongd í heysthálvuni, fekk OB eina flúgvandi byrjan uppá várhálvuna, tá teir í fyrsta umfarinum fyri viku síðani vunnu 3-0 á heimavølli móti Randers FC. Í tí dystinum eydnaðist tað eisini Jóan Símuni Edmundsson at koma á máltalvuna.

 

Í heysthálvuni hevur gingið heldur betur hjá AC Horsens, sum liggur nummar níggju í deildini. Teir fingu tó eina keðiliga byrjan uppá várhálvuna, tí teir taptu fyrsta dystin 1-0 móti Silkeborg.

 

Við heimasíðuna hjá OB, sigur Jóan Símun Edmundsson, at teir í OB skulu royna at byggja á góðu gongdina frá seinasta dystinum. Hann heldur tó at denturin hjá OB eigur at vera lagdur í at vera til reiðar til ein hart spældan dyst, tí at AC Horsens er eitt lið, sum er eyðkent fyri at spæla harðan fótbólt.

 

Dysturin millum AC Horsens og OB byrjar í dag klokkan 15:00 og sæst á sjónvarpsrásini Tv3Sport1.