Jóan Símun Edmundsson og Gilli Rólantsson Sørensen vóru gestir í Fótbóltspanelinum, sum nú er ein partur av fyrrapartssendingini hjá Rás2, sum eitur SportBoxin.
Hoyr sendingina við at trýsta á pílin undir myndini
Báðir hava roynt at flyta heimanifrá sum ungur, og spæla yrkisfótbólt í einum bretskum felagi. Í sendingini greiða teir frá kollveltingini av at flyta av landinum at spæla fótbólt. Teir tosa eisini um landsdystin móti Andorra, sum verður í morgin.
Síðast í sendingini gongur láturin títt, tá teir svara hesum spurningunum um landsliðsliðfelagirnar:
1. Ein spælari leggur ein six-pack mynd á sosialu miðlarnar – hvør?
2. Ein spælari snýttur í poker – hvør?
3. Ein spælari er ónøgdur við dømingina til venjing – hvør?
4. Ein spælari gloymir passið – Hvør?
5. Ein spælari kemur for seint til bussin – hvør?
6. Hvør stendur longst undir brúsuni?
7. Hvør á liðnum er klædnameistarin?
8. Ein spælari fortelur ein joke og ongin flennur – hvør?
9. Ein spælari fortelur ein joke og allir flenna?
10. Ein spælari heldur seg verða HM vinnara, tá hann vinnur í venjing – hvør?
Rás2 sigur landsdystinum móti Andorra, sum verður í morgin klokkan 17.