Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir úr Arminia Bielefeld fingu stig í dag, tá teir tóku ímóti SV Sandhausen á heimavølli. Har komu tvey mál í dystinum, og støðan bleiv 1-1.
Jonathan Clauss legði Arminia Bielefeld á odda aftaná 19 minuttir, men 12 minuttir seinni javnaði Kevin Behrens fyri SV Sandhausen, og fleiri mál komu ikki í dystinum.
Føroyski landsliðsleikarin byrjaði á bonkinum og bleiv skiftur inn aftaná 66 minuttir, so hann fekk lítlan hálvan tíma á vøllinum.
Dysturin í dag var spennandi, tí Arminia Bielefeld hevur higartil verið fremst á stigatalvuni. Við einum sigri í dag kundu teir varðveita fyrstaplássið í 2. Bundesliguni.
Men hetta eina stigið í dag var ikki nokk til at halda fast í oddasessinum. Tí Hamburger SV, sum higartil hevur ligið beint í hølunum á Bielefeld, spældi samstundis, og teir vunnu sín dyst móti Dynamo Dresden.
Tað sá annars positivt út fyri Bielefeld at byrja við, tí Dynamo Dresden legði seg á odda tíðliga í dystinum, inntil Hamburger SV javnaði eftir 67 minuttir. Tað var spenningur í til síðsta brýksl, tí um Hamburger SV bert fekk ein javnleik, so hevði Arminia Bielefeld enn havt tvey stig fleiri enn Hamburger SV. Men soleiðis bleiv ikki. Langt inni í yvirtíðini legði Hamburger SV seg fram um, tá David Kinsombi stútaði bóltin í netið til 2-1, sum eisini bleiv endaliga úrslitið.
Við hesum hava bæði Hamburger SV og Arminia Bielefeld 29 stig og eru á einum deildum fyrstaplássi. Men málúrtøkan hjá Hamburger SV er betri, og tí kunnu teir nú rokna seg sum nýtt oddalið í 2. Bundesliguni.
Á triðja og fjórða plássi liggja Erzegebirge Aue og Stuttgart, sum bæði hava 23 stig.











