Jóan Símun nummar 14

- Tað er sama nummar, sum eg hevði í B68, sigur toftamaðurin

Jóan Símun Edmundsson fer at spæla við nummar 14 á rygginum í komandi kappingarári. Hann hevur í summar skift frá OB í Danmark til Arminia Bielefeld í næstbestu deildini í Týsklandi.

 

- Tað er sama nummar sum eg hevði í B68 á sinni. Eg valdi tað sjálvur, sigur landsliðsáleyparin.

 

Jóan Símun Edmundsson hevur fingið uppsagt sáttmálan við OB, so hann kann byrja at venja við nýggja týska felagnum longu 28. juni.