Føroyski landsliðsspælarin, Jóan Símun Edmundsson, hevur fingið eina flúgvandi byrjan uppá várhálvuna í donsku Superliguni. Síðani kappingin byrjaði aftur eftir vetrarsteðgin, hevur Jóan Símun Edmundsson skotið ikki færri enn fýra mál í teimum fimm dystunum, sum hann hevur spælt í Superliguni.
Og góðu avrikini hava vakt ans fleiri ferðir. Millum annað hevur føroyski landsliðsleikarin tvær ferðir verið valdur til besta liðið hesa vikuna í Superliguni, umframt at hann tað eina umfarið varð valdur til besta leikaran í Superliguni fyri umfarið.
Í dag hevur føroyski landsliðsleikarin so enn einaferð fingið løn fyri stríðið. Hann er nevniliga komin á liðið hendan mánaðin, sum danska blaðið, Tipsblaðið, hevur valt fyri mars mánað. Har hevur hann fingið pláss til høgru á miðvøllinum.
Blaðið skrivar um Jóan Símun Edmundsson:
- Føroyingurin er fluttur upp í álopið hjá OB, men vil helst spæla á kantinum, og tað er eisini har, at hann hevur fingið pláss hjá Tipsblaðnum. Edmundsson hevur verið farligasti maður á liðnum hjá OB, og skoraði eisini trý mál í mars. Tá Føroyar spældu landsdyst móti Andorra, varð hann skaddur, og tað var týðuligt, at hann manglaði á liðnum hjá OB fríggjakvøldið, tá teir spældu móti AC Horsens.
Jóan Símun Edmundsson er toppskjútti á liðnum hjá OB, har hann hevur skotið átta mál í Superliguni hetta kappingarárið.