Jóan Símun á liðnum hesa vikuna

Føroyski landsliðsleikarin var millum teir bestu í donsku Superliguni hetta umfarið

Um vikuskiftið byrjaði besta danska fótbóltsdeildin, Superligan, aftur eftir ein drúgvan vetrarsteðg.

 

Tríggir føroyingar spæla dagliga í donsku Superliguni, sum eru teir tríggir, Jóan Símun Edmundsson, Hallur Hansson og Brandur Hendriksson Olsen.

 

Í fyrsta umfarinum gjørdi toftamaðurin, Jóan Símun Edmundsson, av álvara um seg í 3-0 sigrinum hjá OB móti Randers FC. Jóan Símun skoraði fyrsta málið í dystinum, og var sum heild ein av mest eyðsýndu leikarunum í dystinum í gjár.

 

Góða avrikið hevur borið við sær, at Jóan Símun Edmundsson eisini hevur vunnið sær pláss millum 11 teir bestu Superliga leikararnar í fyrsta umfari, sambært donsku fótbóltsheimasíðuni Tipsblaðnum.

 

Tipsblaðið skrivar um Jóan Símun Edmundsson:

 

-       Hann hevur úttala at hann helst ikki vil spæla sum áleypari. Men móti Randers gjørdi hann tað allíkavæl, og tað tóktist hann als ikki keddur av. Helst besti útileikari hjá OB hetta kappingarárið spældi ein góðan dyst, og tað er dreymamálið til 1-0 sum gevur honum eitt pláss á liðnum hesa vikuna hjá Tipsblaðnum.

 

OB og Jóan Símun Edmundsson liggja í løtuni á næstaftasta plássinum í donsku Superliguni, eftir eina heldur keðiliga gongd hjá felagnum í heyst.