Newcastle og Gateshead eru samd um, at Edmundsson og James Tavernier verða leigaðir út næsta mánaðin.
Ian Bogie er venjari hjá Gateshead. Hann sigur við heimasíðuna bluesqfootball.com, at báðir hava eina bjarta framtíð.
- Alan Pardew, venjari hjá Newcastle, vil, at hansara ungu spælarar fáa seg royndar í vaksamannafótbólti. Teir eru báðir høgt í metum í Newcastle, sigur Ian Bogie og vísir á, at Jóan Símun Edmundsson hevur landsliðsroyndir.
Gateshead er nummar 17 í deildini í røðini av 24 liðum.