Jóan Símun hevur góðar vónir

Toftamaðurin hevur eina vón um, at føroyska liðið fær meiri enn eitt heiðurligt úrsligt í Wien í kvøld.

 

- Sum fótbóltsspælari, so spælir í dystin í høvdinum nakrar ferðir áðrenn, og tá vinna vit hvørja ferð, sigur Jóan Símun Edmundsson, sum ikki er komin til Eysturríki at tapa.

 

Jóan Símun hevur verið víða um í uppstartinum til hetta árið og heldur seg verða væl fyri til uppgávuna í kvøld.

 

- Eg eri rættiliga væl fyri. Eg havi verið í suður Afrika, Spania og Thailandi á veningarlegu, so formurin er góður, sigur Jóan Símun.

 

Toftamaðurin er aftur í Viking Stavanger, eftir at hann í seinnu hálvu í fjør var útleigaðu til FC Fredericia í 1.deild í Danmark.

 

- Eg var ikki við til tann fyrsta dystin, men tað hevur gingið gott til venjing, so eg vóni bara at fáa møguelikan skjótt, sigur Jóan Símun um støðuna í Viking.

 

Hoyr samrøðuna við Jóan Símun Edmundsson undir greinini.

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Jóan Símun Edmundsson(t.h) eltir Pætur Dam Jacobsen