Í vikuni var Jóan Símun Edmundsson útleigaður til Gateshead í fimtbestu deildini í Onglandi. Í dag fekk hann sín fyrsta dyst á einum hálvfrystum heimavølli. Vøllurin var kannaður í morgun og dómarin metti, at tað var spælandi, hóast vøllurin í støðum var frystur.
Gateshead kom á odda, men so legði Kidderminster seg á odda, áðrenn Geatshead javnaði eitt korter fyri tíð. Gateshead hevur ikki vunnið í átta dystum og liggur á einum 17. plássi í Blue Square Premier.
Jóan Símun kom í nøkrum førum í góðar støður, men eydnan var tíverri ikki við honum í avgerandi løtunum.
Komandi dysturin hjá Gateshead í Blue Square Premier verður 18. januar, tá Barrow kemur á vitjan.