Jóan Símun fekk spælitíð móti Dortmund

Bundesligan: Føroyski landsliðsspælarin fekk næstan ein hálvan tíma móti Borussia Dortmund, sum vann 2-0

Arminia Bielefeld er í holt við at finna út, at tað er hart at spæla í Bundesliguni. Eftir ein dreymabyrjan við einum fýra stigum í tveimum teimum fyrstu umførunum, so hevur liðið ikki fingið stig síðani.

Hesa ferð tók Arminia Bielefeld á heimavølli móti Borussia Dortmund. Jóan Símun Edmundsson byrjaði á bonkinum, men kom inn eftir 63 minuttir. Tá var støðan 1-0 til favorittarnar úr Dortmund.

Løtu seinni skoraði miðverjin Mats Hummels fyri aðru ferð. Jóan Símun Edmundsson kom inn á miðjuna, har hann var við í onkrum, men tað eydnaðist sjáldan Arminia Bielefeld at fáa skipað nakað spæl. Jóan Símun Edmundsson hevur nú verið á vøllinum móti bæði Bayern Munchen og Borussia Dortmund.

DSC Arminia Bielefeld - Borussia Dortmund 0-2

0-1  Hummels, 51.min

0-2  Hummels, 72.min

DSC Arminia Bielefeld:

Ortega Moreno – Brunner (65. Behrendt), van der Hoorn (82. Yabo), Pieper, Nilsson, Lucoqui – Prietl – Doan (65. Edmundsson), Hartel – Klos (C), Schipplock (65. Córdova). 

Borussia Dortmund:

Bürki – Meunier, Akanji, Hummels (86. Pisczcek), Passlack – Bellingham, Delaney (82. Witsel) – Sancho (74. Guerreiro), Reus (74. Reyna), Thorgan Hazard (82. Reinier) – Brandt.

1Bayern München650124:915
2Dortmund650113:215
3RB Leipzig541012:313
4Augsburg63129:710
5Stuttgart623111:79
6Leverkusen52306:39
7Werder Bremen62318:89
8E. Frankfurt62318:109
9Mönchengladbach52218:88
10Hoffenheim52129:77
11Wolfsburg51404:37
12Union Berlin51318:66
13Freiburg51316:96
14Arminia Bielefeld61144:104
15Hertha Berlín51049:123
16Köln60246:112
17Schalke60243:202
18Mainz60065:180