Jóan Símun fekk ein hálvleik

Føroyski landsliðsleikarin spældi allan seinna hálvleik, tá eykaliðið hjá Newcastle í dag spældi javnleik móti Bolton. Toftamaðurin var um reppið at skora og leggja upp til mál í tíðini hann var á vøllinum.

 

20-ára gamli Jóan Símun Edmundsson hevur byrjað inni í fleiri av teimum seinastu dystunum, men í dag var hann aftur at finna á bonkinum hjá eykaliðnum hjá Newcastle. Dan Taylor legði Newcastle á odda tíðliga í fyrra hálvleiki.

 

Jóan Símun kom inn í hálvleikinum og longu eftir fáar minuttir smekkaði hann til við høgra beini, men rakti tvørstongina. Løtu seinni legði hann bóltin væl innfyri til Dan Taylor, sum tó skjeyt omanfyri málið.

 

Fimm minuttir fyri tíð javnaði Bolton til endaliga úrslitið 1-1. Eykaliðið skal ikki í eldin aftur fyrr enn eftir nýggjar, tá eykaliðið hjá Manchester United kemur á vitjan 3. januar.