Jóan Símun fekk 10 minuttir í tapi

FC Federicia tapti í gjár fyri Hobro í donsku 1.deild. Føroyski landsliðsleikarin, Jóan Símun Edmundsson, fekk teir seinastu tíggju minuttirnar av illa spælda dystinum.

 

FC Federicia er komið væl frá byrjan og stríðist í oddinum næstbestu donsku deildini, men í gjár mistur teir annað plássið til Hobro, sum var á vitjan. Úrslitið gjørdist ein 1-0 sigur til gestirnar. Talan var um ein illa spældan dyst, sum helst skuldi verið endaður málleysur. Tað hevði hann eisini um málverjin hjá FC Federicia ikki gjørdi eitt dropp.

 

Jóan Símun Edmundsson kom á vøllin aftaná 79 minuttir. FC Federicia hevur 14 stig á triðja plássi, meðan Lyngby hevur 19 stig á fyrsta plássi.