- Jóan Símun fær tað torført

Tað sigur týskur journalistur, sum fylgir Arminia Bielefeld, men hann vísur eisini á, at toftamaðurin er drúgvur

Í kvøld byrjar Bundesligan, sum er fremsta deildin í týskum fótbólti. Fyri fyrstu ferð nakrantíð er ein føroyskur spælari við. Talan er um Jóan Símun Edmundsson, sum spælir við Arminia Bielefeld, ið júst er flutt upp í bestu deildina.

Týski journalisturin, Jens Kirschneck frá 11Freunde, heldur at Jóan Símun Edmundsson fær torført við at vinna fram á liðnum hetta kappingarárið, men vísur á at tey vóru fá, ið væntaðu at toftamaðurin fór at sláa til.

- Eg ræðist eitt sindur fyri Jóan Símun, at tað verður torført hjá honum at fáa nógva spælitíð í Bundesliguni, skaddur ella ei. Hann er ein góður spælari til 2. Bundesliguna, men hann passar kanska ikki so væl til sjálva Bundesliguna, sigur Jens Kirschneck og leggur afturat:

- Tað bleiv meiri torført hjá honum, tá Arminia Bielefeld keypti Marcel Hartel, og Jonathan Clauss fekk sítt gjøgnumbrot, men hvør veit, sigur Jens Kirschneck og vísur á at toftamaðurin er drúgvur.

- Tá hann kom til Arminia Bielefeld vóru tað fá, ið væntaðu at hann fór at verða ein fastur partur av liðum. Tað kemur kanska ann upp á hvussu liðið klárar seg at byrja við, so fær hann ein møguleika. Helst sum vongur, sigur Jens Kirschneck.

Fyrsta umfar í Bundesliguni verður í kvøld, tá Bayern Munchen og Schalke 04 møtast. Í morgin klokkan 14.30 spælir Arminia Bielefeld á útivølli móti Eintracht Frankfurt.