Staðfestast má, at málið, sum Jóan Símun Edmundsson skoraði til 2-0 á Skonto leikvøllinum í Riga í Lettlandi, tá Føroyar vunnu 2-0 á Lettlandi í HM-undankappingini er eitt hitt besta føroyska landsliðsmálið nakrantíð.
Teir 110 føroysku áskoðararnir vóru í ekstasu um hetta vakra málið, sum Hallur Hansson so hegnisliga legði upp til. Men framúr vakra málið, sum Jóan Sìmun og Hallur standa faddrar til kostaði fleiri av føroysku áskoðarunum nakrar evrur.
Einir 50-60 av føroysku áskoðarunum høvdu hvør sítt plastikkbikar við øli í aðrari hondini, sum hevði kostað teimum nakrar evrur at keypa beint uttanfyri leikvøllin. Tá Jóan Símun Edmundsson hegnisliga hevði lobbað bóltin uppum lettlendska málverjan, og í netið fóru 50-60 plastikkbikør við øli sendandi upp í luftina í øllum fagnaðinum. Jóan Símun vísti eisini føroysku áskoðarunum tann stóra gestus at renna yvir til okkum og kasta seg niður á vøllin frammanfyri okkum, føroysku áskoðarunum.
Ein kvinnuligur fótbóltsfjeppari av Argjum hevði ikki annað val enn at flýggja undan ølregninum. Eingin av føroysku fjepparunum var harmur um, at Jóan Sìmun og Hallur kostaðu teimum nakrar evrur við at gera eitt so minniligt mál.
Nú bíða vit í spenningi eftir, at Jóan Símun Edmundsson og Hallur Hansson fara at elva til okkurt líknandi ímóti Portugal í annaðkvøld klokkan 19.45.