Jóan Símun: Ein spennandi avbjóðing

- Orsøkin til at eg eri útleigaður er, at millum annað skal eykaliðið hjá Newcastle bara spæla ein dyst í januar, meðan Gateshead spæla einar fimm ella seks dystir í sama tíðarskeiði. Umframt tað, so vil nýggi venjarin, Alan Pardew, eisini hava at vit ungu skulu royna okkum í sokallaðum vaksmannafótbólti og ikki bara í dysti fyri eykaliðið, har stigini ikki eru eins týdningarmikil, sigur Jóan Símun.

 

Gateshead heldur til í økinum kring Newcastle, so tað verður ikki neyðugt hjá Jóan Símuni at flyta frá sínum núverandi búðstaði.

 

- Eg síggi hetta sum ein spennandi avbjóðing. Eg havi fyrr spælt móti Gateshead og teir royna at spæla fótbólt, men eg eri ikki so vísur í, at fótbólturin í Premier Blue Square passar mær so væl, sigur Jóan Símun Edmundsson.

 

Gateshead skal á vøllin í morgin, men kuldin ger enn um seg í Onglandi. Vøllurin hjá Gateshead skal kannast tíðliga í morgin og tá verður endaliga avgjørt, um Jóan Símun og Gateshead sleppa at spæla bólt ella ei hetta vikuskiftið.