TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Jóan Símun Edmundsson, sum leikliga spældi ógvuliga væl í 0-0 dystinum ímóti Lettlandi, men var eisini millum teir sera óhepnu, sum ikki fekk bóltin innum lettlendsku málstrikuna.
Jóan Símun Edmundsson slær eisini fast, at vit eiga ikki at fegnast um eitt stig aftaná so gott føroyskt spæl, og so nógvar málmøguleikar.
Jóan Símun Edmundsson ásannar, at tað gongur illa við málskjótingini hjá honum, eisini í OB í superliguni. Hann er í einari ringari gongd nú, men vónar, at tað vendir skjótt við málskjótingini.