Hóast Jóan Símun Edmundsson bara hevur sáttmála fyri hetta kappingarárið, so hendir einki í flytingarvindeyganum, sum letur aftur í kvøld. Hansara tankar eru bara á landsdystinum móti Portugal í kvøld.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini
- Eg komi heilt víst at spæla við OB, ella skal okkurt heilt óvæntað henda. Hetta er bara enn ein møguleiki vísa seg fram og skriva føroyska fótbóltssøgu. Hetta er eisini ein møguleiki vísa seg frá eini aðrari síðu, tí í Danmark eri eg bara kendur sum ein tekniskur spælari. Móti Portugal koma vit ikki at hava bóltin so nógv, sigur Jóan Símun Edmundsson.
Toftamaðurin hevur verið skaddur í uppstartinum til nýggja kappingrárið í donsku Superliguni, men tað kemur ikki at ávirka spælið í kvøld.
- Eg eri væl fyri og føli einki til skaðan. Eg havi byrjað tríggjar teir seinastu dystirnar fyri OB, so eri væl fyri. Tað verður sjálvandi trupult, men vit fáa altíð ein ella tveir møguleikar og tá ræður um at taka av, sigur Jóan Símun Edmundsson um at spæla sum fremsti maður móti evropameistarunum á útivølli.
Jóan Símun Edmundsson er bara eitt gult kort frá at fáa leikbann til landsdystin móti Andorra. Tað spøkir eisini í huganum hjá honum.
- Eg hevði logið, um eg hevði sagt eg ikki havi hugsað um tað. Tá tú kemur inn á vøllin ræður um at gera títt besta. Skalt tú taka ein fyri liðið, so ert tú tað. Tað handlar um ikki at fáa nakað býtt gult kort, sigur toftamaðurin, sum bleiv útvístur móti Andorra seinast.
Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum, sum byrjar klokkan 19.45. Byrjað verður at senda longu klokkan 15.30 við upptakt til U21 landsdystin móti Danmark. Síðani heldur Rás2 fram til 3. Hálvleikur hevur verið eftir landsdystin móti Portugal.










