Jóan Símun bestur á landsliðnum

Áleyparin var í kapping við tveir aðrar sum ársins leikari á landsliðnum.

Ein heiður, sum varð latin á ársins-tiltakinum í kvøld, var ársins landsliðsleikari. Hetta fevndi um HM-undankappingina 2018.


Tríggir leikarar vóru tilnevndir. Teir vóru Gunnar Nielsen, Hallur Hansson og Jóan Símun Edmundsson.


Tað endaði við, at Jóan Símun Edmundsson vann heiðurin, og hann fegnaðist um bæði heiðurin og góða landsliðsárið.


- Vit fingu níggju stig, og vit føldu, at vit kundu fingið fleiri, segði hann um søguliga nógvu stigini.


- Persónliga iðri eg meg um okkurt reytt kort og stong út heldur enn stong inn, men sum heild eri bara væl nøgdur, segði hann víðari.