Jóan Símun aftur á máltalvuna

Hallur Hansson var meiri óheppin og mátti lata seg útskifta við skaða.

Tveir dystir hava verið í Superliguni í kvøld, og tveir føroyingar hava verið í spæli, har AC Horsens við Halli Hanssyni fekk vitjan av Randers, meðan OB og Jóan Símun Edmundsson vóru á vitjan hjá Esbjerg.


Randers kom á odda longu í 8. minutti við máli frá Awer Mabil, men fáar minuttir seinni javnaði Jóan Símun Edmundsson, tá ið hann kom ígjøgnum verjuna og við høgrabeininum langaði bóltin í tvørtræið og inn til 1-1. Hetta var níggjunda Superliga-málið hjá føroyinginum í OB, og 1-1 gjørdist eisini endaliga úrslitið.


Hallur Hansson var meiri óheppin, tí hann mátti lata seg útskifta við skaða longu eftir lítlum korteri. Liðfelagar hansara í AC Horsens vunnu annars 2-1 eftir at hava verið aftanfyri 0-1 í hálveikssteðginum.


Hetta vóru síðstu dystirnir í hesum partinum av endaspælinum hjá OB og AC Horsens. OB hevur spælt seg til ovaru helvt og skal spæla ímóti Silkeborg um evropeiskt pláss, meðan AC Horsens skal spæla ímóti Viborg um at yvirliva í Superliguni.