Í gjár helt Tvøroyrar Bóltfelag fram við aðalfundinum, sum upprunaliga byrjaði eina viku frammanundan, men tá var slitin, tí eingin bjóðaði seg fram at koma í nevndina. Hesa ferð bar betur til, men kortini er talan ikki um nakra broyting, tí framvegis var eingin sinnaður at koma í nevndina, og tí gjørdu Jóan Petur Olgarsson og Mina Joensen av, at tey tóku við afturvali. – Eg hevði ikki samvitsku at blaka felagið út í stjórnarloysi, og tí tók eg við afturvali á aðalfundinum, sigur Jóan Jóhan Petur Olgarsson við Suðurrás. Nevndin skipar seg sjálv, men alt bendir á, at hann heldur fram sum formaður í Tvøroyrar Bóltfelag.