Jóan Magnus í Smiðjuni

Jón Magnus Joensen hevur framsýning í Smiðjuni í Lítluvík í døgunum frá 30. september.- 6. oktober. Opið er allar dagar frá kl. 15.00- 20.00.

framsýning

Við á framsýningini eru fleiri enn 40 oljumálningar. Myndaevnið er føroyska náttúran, bygdalagið og ljósið.
Jón Magnus hevur gingið á listaháskúla í Hillerød og hevur tikið lut á mongum framsýningum áður - bæði á ólavsøkuframsýningum, framsýningum hjá Lions Club v.m. Hetta er triðja ferðin, hann sýnir fram í Smiðjuni.
Stílurin hjá Jón Magnus er lættur, litríkur og expressionistiskur.