Jóan Karl kom í finaluna

Lerwick: Jóan Karl Joensen er við á sínum fyrstu Oyggjaleikunum, og mánadagin rann hann fyri fyrstu ferð í Hetlandi.
Tað gekk rímiliga væl hjá honum, tí hann vann sær pláss í finaluni í 800 metra renningini.
Tvey innleiðandi umfør vóru, og Jóan Karl endaði sum nummar fýra í sínum umfari. Jóan Karl hevði áttandu bestu tíðina, men lítil munur er millum nógvar av tíðunum, og tí kann Jóan Karl møguliga gera ein vørr í finaluni, sum verður týskvøldið kl. 19.30.