Jóan Karl akkurát ov stuttur

Tað rakk akkurát ikki til eitt finalupláss hjá unga kollfirðinginum, sum rann 800 metrar upp á 2 minuttir og 1 sekund í gjár

Jóan Carl Joensen var rættiliga misnøgdur, tá hann kom um málstrikuna eftir 800 metra renningina á Kallipateira-leikvøllinum tætt við Rhodos-bý.

– Tað byrjaði væl hjá mær, men endin gekk ikki sum hann skuldi, staðfesti 20 ára gamli kollfirðingurin, eftir at hann hevði fingið ondina aftur. Jóan Karl hevur annars ein rættiliga góðan endaspurt, men hesin munaði ikki tað hann plagar. Hví visti Jóan Karl ikki at siga – um tað vóru hinir, sum vóru eins sterkir og hann í hesum, ella spurturin bara ikki riggaði sum hann skuldi.


Stórur spenningur leingi

Men hóast tað ikki gekk heilt sum Jóan Karl hevði ætlað, so var kortini stórur spenningur rættiliga leingi, um báðir hansara minuttir og eina sekundi var nóg mikið, at tryggja honum sess í finaluni.

Kappast varð í trimum bólkum, har tveir teir fremstu komu beinleiðis víðari í finaluna. Síðani vóru tvey pláss latin teimum báðum, sum høvdu bestu tíðirnar aftaná teimum, sum tryggjaðu sær beinleiðis luttøku. Her varð leingið roknað og spælt við tølum og tíðum, áðrenn dómararnir komu til tað niðurstøðu, at Jóan Karl var akkurát ov stuttur til at fáa sess í finaluni. Hann hevði triðbestu tíðina av hesum.