Ivist enn um annan mannin

Hóast framgongd flestu støðini, torir Jógvan Skorheim ikki heilt at trúgva, at flokkurin fær tveir mans, enn.

- Eg ivist enn í, um vit megna at fáa tveir mans, sigur Jógvan Skorheim, formaður í Nýggjum Sjálvstýri og borgarstjóri í Klaksvík.

 

- Nógvar av afturmeldingunum, eg fái úr Klaksvík, eru, at fólk eru góð við borgarstjóran hjá sær, og tí ikki vilja velja hann, so eg vænti ikki, at eg fái eitt so gott úrslit í Klaksvík, sum onkur kanska hevði væntað, sigur Jógvan Skorheim.

 

Hann vísir á, at hann alla tíðina hevur ført fram, at setningurin hjá honum fyrst og fremst var at tryggja eina umboðið hjá flokkinum. 

- Eg vildi tryggja ein mann, og so royna eftir nummar tvey, men eg havi alla tíðina vita, at tað fór at vera ein stórur biti at gloypa. Tað sær út til, at tann eini maðurin er tryggur, og tað eri eg væl nøgdur við, sigur Jógvan Skorheim.

 

- Tó so, allastaðni síggja vit góðar tendensir, og eg havi góðar vónir til, at Kári P. Højgaard fær eitt gott val í Eysturoynni, sigur hann.

 

Hetta er fyrsta løgtingsvalið, Jógvan Skorheim er formaður floksins, og hann sigur, at hetta er nógv øðrvísi enn fyrr.

- Tað er øðrvísi, at skula hugsa so nógv um onnur, og eisini føra fram hini valevnini. Eg havi einans havt fýra mánaðir í formanssessinum, og má viðganga, at við tveimum valum, hevur hetta verið sera strævið, sigur hann.

 

Flokkurin hevur skift navn og samleika, og formaðurin sigur seg vera væl nøgdan við broytingarnar.

- Um vit megna at tryggja eina umboðið, so fáa vit fýra ár afturat, til at kjølfesta flokkin, og tað eru vit sera spentir um, sigur Jógvan Skorheim.