Magni Arge sigur, at tey í Atlantic Airways als ikki hava tikið støðu til, um tey skulu loyva telefonsamrøðum umborð á sínum flogførum Í gjár tók ES-nevndin støðu til, at bannið móti at tosa í fartelefon umborð á flogførum, verður tikið av. Fyri at tosa í telefon umborð á flogførum krevst tó, at ein ein sonevnd basa verður sett í flogførini. Og tann tøknin er enn ikki heilt liðug.
- Fyrst og fremst, so er tað eitt rættiliga prinsipielt mál, sum vit als ikki hava tikið støðu til, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.
- Hartil er tað eisini ein spurningur, hvussu stór íløgan er. Og tað verður neyvan so, at vit fara at seta útgerðina umborð á eldru flogførini í okkara flota. Men um tað verður gjørt við tey nýggjaru flogførini, er so eitt mál, sum vit fara at taka upp, sigur Magni, sum annars sigur seg hava rættiliga ambivalentar kenslur hesum viðvíkjandi.
- Øðru megin er hetta helst eitt rák, sum fer at koma. Og tá verður tað helst trupult at halda aftur, um kundarnir ynskja hesa tænastu. Hinvegin hevur loftrúmið verið eitt av teimum fáu fríplássunum, har tú hevur fingið frið fyri fartelefonini. Og tað ivist eg ikki í, at tað eru nógv, ið seta stóran prís á, sigur Magni Arge.