Tað er framvegis ikki heilt greitt, hvør er upphavsmaður til tann anti-islamska filmin "Innocence of Muslims", sum hevur elvt til mótmæli í fleiri arabiskum londum.
Filmsbrotini, sum eru løgd út á internetið, hevur ein maður, ið eitur Sam Bacile, lagt út. Í gjár segði hann í telefonsamrøðu við blaðið Wall Street Journal, at hann er 55 ára gamal, múgvandi og av ísraelskum uppruna.
Men sambært Steve Klein, sum var ráðgevi í sambandi við filmsgerðina, er hetta neyvan sannleikin. Hann sigur, at menninir aftan fyri filmin eru sera varnir við at avdúka, hvørjir teir eru, tí teir bera ótta fyri, at okkurt kann henda teimum.
-Teir vilja ikki siga mær, hvørjum landi teir eru úr, ella hvørja trúgva teir hava, sigur Steve Klein við Reuters. Sjálvur heldur hann, at menninir aftan fyri filmin eru útlagnir egyptar, sum hava sera anti-islamskar hugsjónir. Hetta er tó ikki váttað aðrastaðni.
Steve Klein leggur afturat, at leikararnir í filminum hildu, at tey vóru við í einum søguligum filmi. Hann sigur eisini, at tey niðrandi orðini um Muhammed profet eru klipt inn, aftan á at upptøkurnar vóru lidnar.