– Tað gongur ikki nóg skjótt við arbeiðinum upp á Saltsiloina á Drelnesi.
Tað staðfestir Ólavur Rasmussen, sum sum er formaður í Saltsilogrunninum. Sambært upprunaligu ætlanini skuldi Saltsiloin standa liðug seinast í januar komandi ár.
– Tað er møguligt, at hendan tíðarætlanin ikki heldur. Men tað vita vit meira um í morgin, tí tá verður fundur millum partarnar, sigur Ólavur Rasmussen.
Tað er TG Verk, sum hevur arbeiðið um hendi. Higartil er høllini tikin niður, og sperrurnar standa naknar.
– Nógv arbeiði er kortini gjørt, sigur Ólavur Rasmussen, og nevnir eitt nú arbeiðið við sjóhitanum.
– Vit bíða nú í spenningi til stálið kemur upp, tí tá fáa vit siloið undir heilt, tað hevur stóran týdning, at tað verður gjørt, meðan veðrið er til tað, sigur hann.
Sum nevnt verður fundur millum partanar í morgin, og ikki fyrr enn eftir tann fundin, fær Ólavur Ramussen sagt nakað um – og givið bygginevndini boð um, hvørt broytingar verða í tíðarætlanini ella ikki.
--
Myndafrásøgnin niðanfyri er frá undirskrivingini av sáttmálinum um Saltsiloverkætlanina










