Ivi um slaktaran úr Screbrenica

Serbisku fjølmiðlarnir siga, at Ratko Mladic er tikin, men tað avsanna myndugleikarnir.

Tað var næstan ov gott til at vera satt, tá ein serbisk sjónvarpsstøð bar tíðindi um, at tann krígsbrotsverksákærdi generalurin Ratko Mladic var tikin, og at hann sat í varðhaldi í Beograd og bíðani eftir at verða sendur til Haag, so hann kann koma fyri rættin har.

Serbiska stjórnin var eisini skjót at avsanna tíðindini í sjónvarpinum, og tað sama gjørdi ein talskvinna hjá dómstólinum í Haag. Men serbiskir fjølmiðlar halda kortini fast um, at hann er tikin, og at hann er á einum loyniligum staði.

Slaktarin

Síðani borgarakríggið á Balkan endaði, hevur NATO leitað eftir Ratko Mladic. Dómstólurin í Haag hevur skuldsett hann fyri grov krígsbrotsverk og fyri at hava framt brotsverk ímóti mannaættini, og ES vil ikki tingast við Serbia um limaskap, fyrr enn generalurin situr í varðhaldinum í Haag. Serbiska stjórnin er í einari tvístøðu. Hon hevur einki ímóti at senda mannin til Haag, men sterkar politiskar og hernaðarligar kreftir eru ímóti at útflýggja hann. Í herinum eru tað framvegis mangir, ið meta Mladic sum eina hetju.

Tað ger umheimurin ikki. Tað var Ratko Mladic, sum stóð á odda fyri teimum serbisku hermonnunum, sum myrdu 8.000 dreingir og menn í bosniska býnum Screbrenica í juli í 1995. Eftir hansara boðum jarðaðu hermenninir teir myrdu í hópgravum fyri at fjala illgerðina - ein illgerð, sum hevur givið honum navnið "Slaktarin úr Screbrenica".

Hópmorðið í Srebrenica er tað ringasta krígsbrotsverkið í Evropa síðani seinna heimsbardaga. Er ella verður tann nú 63 ára gamli generalurin tikin, sleppur hann ongantíð úr fongslinum.