Vit takka Ernst fyri drúgva og trúgva tænastu hjá ALS seinastu árini og ynskja honum alt tað besta, nú hann gevst sum stjóri á ALS. Setningurin er tikin úr eini lýsing, har stýrisformaðurin fyri ALS bjóðar til móttøku á ALS, seinnapartin fríggjadagin 18. januar. Men seinnapartin í gjár komu kontraboð frá sama stýri, sum eftir at fráfaringaravtalan kom undan kavi eftir øllum at døma er farin at ivast í, hvørt innbjóðan til pinnamat, dipp og djús nú er rætta signalið at senda júst nú.
- Jú, eg gangi út frá, at móttøkan verður, sigur Alfred Petersen, sum dregur á svarið, samstundis sum hann roynir at greiða frá, hví almenna innbjóðanin er tikin aftur, áðrenn hon fór á prent.
Svarið blívur tó ikki meira fullfíggjað enn so, at ”man” ikki metti tað vera hóskandi at senda slíka innbjóðan út júst nú.
Spildurnýggi fyribilsstjórin, Marjun Eystberg, sigur seg als einki kenna til nakra móttøku og vísir til stýrisformannin. Og høvuðspersónurin sjálvur, Ernst Jacobsen, sigur seg ikki vita um annað, enn at móttøka verður fyri sær.
Uppskotið um móttøku stavar úr brævinum frá 4. januar, har Ernst Jacobsen formliga segði seg úr starvi. Har skrivar hann soleiðis: ”Tað hevði glett meg, um ALS skipar fyri eini lítlari móttøku antin fríggjadagin 18. januar ella fríggjadagin 25. januar, har eg fái møguleika at siga tykkum, starvsfólkunum á ALS og øllum samstarvsfelagum farvæl.”
Enn letur innbjóðingin bíða eftir sær, meðan stýrisformaðurin fyri ALS leitar eftir røttu løtuni.